Valmynd

Samkoman

Fyrstu møtini í samkomuni á Toftum vóru í 1925 – í stovuni hjá Sannu og Andreasi í Túni. Salurin varð bygdur í Gamla bø omanfyri úti í Viku. Hann varð tikin í nýtslu á trettandu í 1935. Fyri lítlari hálvari øld síðani varð salurin lyftur upp, og tað varð bygt niðanúr, so pláss varð fyri køki og wc.
Fyrst í sjeyti árunum varð loftið sett í stand, og gamla gongin varð tikin uppí salin. Í áttati árunum varð køkurin gjørdur umaftur. Seinastu árini eru alt fleiri komin í salin, og harvið er hugsanin um nýggjan sal ment.

Fyrsti fundur um møguligan nýggjan sal var hildin aftaná eitt morgunmøti 15.03.1998, har tosað varð um møguligt keyp av grundøkið.

 

Elstar

Kristian Gunrim, Saltnes Tlf. 237292

Oddmar Tausen, Toftir, Tlf. 296079

Jóhannus M. Olsen, Toftir, Tlf. 217060

Jóannes Hansen, Toftir, Tlf. 211822

Jóhan Andrias Hansen, Toftir Tlf. 599852