Vikuætlan

Familjumøti TV
Sunnumorgun kl. 11:30 - 13:30Familjumøti er hvønn sunnudag kl. 11.30. Fyrru helvt av møtinum eru øll samlaði til sang, søgu til børnini og vitnisburð. Síðani fara børnini í sunnudagsskúla, í meðan tala og breyðbróting er. Aftaná møti er ein góður drekkamunnur at fáa í kjallaranum.

Sunnudagsskúli
Sunnudag kl. 12:30 - 13:30Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag frá kl. 12.30. Børnini syngja fyrst saman og fara síðani út í fýra bólkar: 0-4 ár, 5 ár til og við 1.flokk, 2. flokkur til og við 5. flokk, og 6. flokk og uppeftir.
Her hoyra børnini bíbilsøgur, gera ymiskt ítriv og mangt annað spennandi.

Bønarmøti
Týskvøld kl. 19:00 - 20:00Bønarmøti er hvørt týskvøld kl. 19.00. Bønarmøti er fyri alla familjuna. Vit syngja nakrar sangir, onkur lutar eitt orð og síðani biðja vit saman. Aftaná bønarmøti er ein drekkamunnur í kjallaranum.

Change (ungdómsmøti) TV
Annaðhvørt leygarkvøld kl. 21:00Change er heitið á ungdómsmøtunum, sum eru annað hvørt leygarkvøld kl. 21.00. Nógv ymiskt spennandi er á skránni, m.a. lovsangur, tala, ferðabíblia, brellbiti og vitnisburður. Aftaná ungdómsmøti er drekkamunnur í kjallaranum.

Morgunkaffi fyri menn
Fyrsta leygarmorgun í hvørjum mánaði kl. 10:00Hvønn fyrsta leygardag í mánaðanum er morgunkaffi fyri menn kl. 10.00. Her samlast menn og fáa sær ein góðan morgunbita og njóta samfelagið við hvønn annan. Onkur hevur eisini ein lítlan vitnisburð.
NeboTV
Vitja okkum á Facebook har vit Live-stroyma møtir og tiltøk. Eisini fær tú lisið nýggjastu kunningar.
Vitja okkum á FacebookSí vikuætlan ella 'Komandi tiltøk' omanfyri, fyri at síggja nær vit senda beinleiðis.
Lýsingar sum koma á streamingina omanfyri, eru ikki í samband við Nebo, ella lýsingar í gjøgnum Nebo.
Stroymingin verður ikki víst á heimasíðuni, men á leinkjuni niðanfyri.
NeboTV
Sí vikuætlan ella 'Komandi tiltøk' omanfyri, fyri at síggja nær vit senda beinleiðisss.
Hoyr møtið á stream.fo