DÁTUVERNDARKUNNING

01. Vit eru dátuábyrgdari – Hvussu kanst tú seta teg í samband við okkum?

Nebo er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú venda tær til:

NEBO

Á Kneysum 12, FO-650 Toftir

Teldupost: [email protected]

02. Samskiftisupplýsingar hjá dátuverndarráfólki

Um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum upplýsingum, ert tú eisini altíð vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarráðgeva, umvegis fylgjandi møguleikar:

03. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum

Vit viðgera tínar persónupplýsingar til hesi endamál:

Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð er:

Heimildargrundarlagið fyri viðgerðin eru antin:

03.01 Heimilaði endamál við viðgerðini

Sum nevnt omanfyri, fer okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram, fyri tað mesta grundað á heimilað áhugamál, sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6, í dátuverndarlógini. Heimildirnar annars er:  

04. Sløg av persónupplýsingum

Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:

Vit kunnu kunna um at Nebo hevur ongan limalista.

05. Móttakarar ella bólkar av móttakarum

Høvuðsreglan hjá Nebo er, at vit ikki víðarigeva tínar persónupplýsingar til aðrar móttakarar. Um vit brúka undirveitarar, so eru tað veitarar vit skulu hava dátuviðgerðaravtalur við. 

06. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í  millumtjóðafelagsskapum

Vit flyta tínar persónupplýsingar til móttakarar í Føroyum og EU, í sambandi við at vit brúka veitarar í EU.  Vit hava dátuviðgeraravtalu við dátuviðgerar hjá okkum.  Um tú ert ein ábyrgdarpersónur ert tú skrásettur í skipanini sum er hýst í USA. 

Um tú brúkar okkara síðu á Facebook, Instagram ella Youtube, so verða tínar persónupplýsingar brúktir av teimum.

07. Hvaðani persónupplýsingarnar stava

Persónupplýsingar, sum vit viðgera eru innheintaðar beinleiðis frá tær.  

08. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar

Vit goyma tínar persónupplýsingar so leingi, tað er neyðugt í sambandi við tað viðgerð vit hava, ella um skrásettið ynskir persónupplýsingarnar strikaðar.

09. Automatiskar avgerðir verða ikki tiknar, undir hesum profilering

Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og tað er eingin háttur av profilering gjørd.

10. Rættin til at taka samtykki aftur

Um tú hevur givið okkum samtykki, kanst tú altíð taka tað aftur. Hetta kanst tú gera, við at seta teg í samband við okkum.

11. Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum.

11.1. Rætturin til innlit (§ 26)

Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

11.2. Rætturin til rætting (§ 27)

Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

11.3. Rætturin til striking (§ 28)

Í summum førum hevur tú rætt til, at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.

11.4. Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.

11.5. Rætturin til dátuflutning (§ 31)

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

11.6. Rætturin til mótmæli (§ 32)

Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.

12. Kæra til Dátueftirlitið

Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.