SØGAN
Fyrstu møtini vóru heima hjá Sannu og Andreas í Túni á Toftum í 1925.
Salur varð bygdur í Gamlabø omanfyri úti í Viku. Hann varð tikin í brúk á trettandu, 6. januar, í 1935.
Fleiri ferðir varð salurin víðkaður og á annan hátt roynt at betra um umstøðurnar. At talið á teimum, ið kendu sítt andaliga heim at vera í salinum, øktist, at tað var óhøgligt at koma til, og at parkeringsumstøðurnar ikki vóru góðar vóru orsøkir til, at hugsanin búnaðist um at fáa nýggj høli til vega.
Sunnudagin 7. desember 2008 varð flutt í nýggja bygningin á Kneysum. Tá vóru stívliga 10 ár liðin, síðani tað varð samtykt at fáa grundøki til vega. Tað vóru fólk í samkomuni, sum høvdu ábyrgdina av arbeiðnum at fyrireika og byggja nýggja Nebo.
Í Nebo er familjumøti sunnudag kl. 11.30 og sunnudagsskúli kl. 12.30. Haraftrat eru onnur tiltøk s.s. bønarmøti, barnakór og sangbólkar, gentu- og dreingjabólkar, bíbliutímar, ROK og ungdómsmøtir. Tiltøkini verða lýst á almennu facebooksíðuni og síggjast eisini á heimasíðuni. Familjumøtið sunnudag verður stroymt.
Í summarfrítíðini eru fleiri av tiltøkunum ikki á skrá.
Sunnudagar eru tað 70 – 130 fólk í Nebo. Stórur dentur verður lagdur á, at ættarliðini savnast í Nebo hvønn sunnudag at hoyra gleðiboðskapin og njóta samfelagið.