Leiðreglur fyri nýtslu av samkomubygninginum (NEBO)

1. Endamál við leiðreglunum

Hesar leiðreglur áseta, hvussu samkomubygningur okkara eigur at verða nýttur. Leiðreglurnar tryggja, at bygningurin verður brúktur samsvarandi við virðir, endamál og tænastur hjá samkomuni.

2. Høvuðsbrúk

Samkomubygningurin er fyrst og fremst ætlaður til tilbiðjan, bíbliulæru og samfelag ímillum tey trúgvandi.

Høvuðsrætt hava:

Hesi eru reglulig tiltøk, ið mynda hjartasláttin í samkomuni, og tey skulu altíð hava fremstu raðfesting.

3. Evangeliskt virksemi og tiltøk

Bygningurin kann eisini nýtast til virksemi, sum beinleiðis stuðlar undir evangeliska virksemið hjá samkomuni, t.d.:

Øll slík tiltøk skulu góðkennast av samkomuleiðsluni og vera í tráð við læru og endamál hjá samkomuni.

4. Avmarkað nýtsla til persónlig hátíðarhald

Vit vilja fegin gleðast saman við teimum, sum kalla Nebo fyri sítt andaliga heim, og loyva tí ávísum serligum persónligum hátíðarhaldum í samkomubygninginum við hesum treytum:

Øll slík tiltøk skulu góðkennast frammanundan av samkomuleiðsluni og eru treytað av, at tey, sum standa fyri tiltakinum, eisini gera klárt, rudda og vaska væl eftir seg.  Tað verður ikki tikið gjald fyri nýtslu av bygninginum. 

5. Virksemi, sum ikki er loyvt

Fyri at varðveita andaliga endamálið við samkomubygninginum, skal hann ikki nýtast til tiltøk ella virksemi, sum:

Dømi um tiltøk sum ikki verða loyvd:

6. Umbønir og góðkenning

Allar umbønir um nýtslu av samkomubygninginum uttan fyri reglulig møtir skulu sendast í minsta lagi 3 vikur frammanundan til leiðsluna. Leiðslan hevur endaligan avgerðarrætt og kann nokta umsóknum, ið t.d. ikki samsvara við andaliga mál okkara.

7. Umsorgan og ábyrgd

Tey, ið nýta samkomubygningin, hava ábyrgd av:

8. Endurskoðan

Hesar leiðreglur verða endurskoðaðar regluliga av leiðsluni fyri at tryggja, at tær framhaldandi lúka tørv og virðir samkomunnar.